Ormurin Langi lyrics

Artist Týr
Album(s) Demo

Lyrics

[1.]
Viljið tær hoyra kvæði mítt
Vilja tær orðum trúgva
Um hann ólav trygvason
Hagar skal ríman snúgva

Glymur dansur í høll
Dans sláið ring
Glaðir ríða noregs menn
Til hildar ting

[3.]
Knørrur var gjørdur á noregs landi
Gott var í honum evni:
Sjútti alin og fýra til
Var kjølurin millum stevna

Glymur dansur í høll
Dans sláið ring
Glaðir ríða noregs menn
Til hildar ting

[8.]
Har kom maður á bergið oman
Við sterkum boga í hendi:
"Jallurin av ringaríki
Hann meg higar sendi."

Glymur dansur í høll
Dans sláið ring
Glaðir ríða noregs menn
Til hildar ting

[10.]
"Einar skalt tú nevna meg
Væl kann boga spenna
Tambar eitur mín menski bogi
Ørvar drívur at renna."

Glymur dansur í høll
Dans sláið ring
Glaðir ríða noregs menn
Til hildar ting

[11.]
"Hoyr tú tað, tú ungi maður
Vilt tú við mær fara
Tú skalt vera mín ørvargarpur
Ormin at forsvara."

Glymur dansur í høll
Dans sláið ring
Glaðir ríða noregs menn
Til hildar ting

[12.]
Gingu teir til strandar oman
Ríkir menn og reystir
Lunnar brustu og jørðin skalv:
Teir drógu knørr úr neysti

Glymur dansur í høll
Dans sláið ring
Glaðir ríða noregs menn
Til hildar ting

[71.]
Einar spenti triðja sinni
Æt1ar jall at raka
Tá brast strongur av stáli stinna
Í boganum tók at braka

Glymur dansur í høll
Dans sláið ring
Glaðir ríða noregs menn
Til hildar ting

[72.]
Allir hoyrdu streingin springa
Kongurin seg undrar:
"Hvat er tað á mínum skipi
So ógvuliga dundrar ?"

Glymur dansur í høll
Dans sláið ring
Glaðir ríða noregs menn
Til hildar ting

[73.]
Svaraði einar tambarskelvir
Kastar boga sín
"Nú brast noregi úr tínum hondum
Kongurin, harri mín !"

Glymur dansur í høll
Dans sláið ring
Glaðir ríða noregs menn
Til hildar ting

[30.]
Nú skal lætta ljóðið av
Eg kvøði ei longur á sinni;
Nú skal eg taka upp annan tátt;
Dreingir leggi í minni !

Glymur dansur í høll
Dans sláið ring
Glaðir ríða noregs menn
Til hildar ting

great sites:
Instant Song LyricsPokemon DatabaseSimpsons CrazyCartoon imagesThe Funny Pages